Back to All Events

Litteraturfestivalen Bókadagar

  • Norðurlandahúsið Nordre Ringvej Thorshavn, Streymoy, 100 Faroe Islands (map)

Siri Ranva Hjelm Jacobsen endurnýggjar ættarskaldsøguna í eini frásøgn um burturferð og familjusambond tvørtur um Atlantshavið. Stutt fyri 2. Veraldarbardaga flytir tað unga trúlovaða parið Marita og Fritz úr Føroyum til Danmarkar. Marita og Fritz taka stórsta partin av søguni um teirra lív við sær í grøvina. Men tvey ættarlið seinni fer teirra ommu- abbadóttir aftur til Føroya fyri at fáa meiri at vita um ta søguna, hon ongantíð veruliga hevur kent. Skaldsøgan sigur frá eini meiri og meiri vanligum veruleika hjá fólki í einum alheimsgerandi heimi, har ymsar mentanir, mál og fyridømi møtast við døgurðaborðið hjá familjuni. Vertur: Urd Johannesen.